Føroyskur filmur á størstu filmsstevnuni í Norra

Føroyski filmurin “Dreymar við havið” eftir Sakaris Stórá verður í januar partur av skránni, tá filmsstevnan Tromsø International Film Festival fer av bakkastokki.


Tromsø International Film Festival er størsta filmsstevna í Noregi og millum størstu filmsstevnur í Norðanlondum. Umleið 80 filmar verða sýndir fyri tey umleið 60.000 vitjandi, ið taka lut á stevnuni.


Hetta verður fjórða altjóða filmsstevnan sum “Dreymar við havið” luttekur á. Filmurin hevði frumsýning í Føroyum í heyst, og hevur síðan luttikið á filmsstevnum í Íslandi, Italia og Týsklandi.


Havnar Bio sýndi filmin í heyst og aftur í desember, og sýningar hava eisini verið í Klaksvík, Suðuroy, Runavík. Harumframt verða sersýningar av filminum í Fuglafirði og á Sandoynni komandi ár.