Føroyskur Facebook bólkur fór yvir gevind

Ein tann best umtókti føroyski bólkurin á Facebook yvirhøvur, tað er bólkurin, ”Hví happa”, er nú niðurlagdur

Orsøkin er, at tað hann bleiv nógv størri enn meiri umfatandi enn stovnararnir ætlaðu.

- Seinasta vikan hevur verið ein tann besta í mínum lívið og so eisini tann strævnasta og ringasta við nógvum ringum avgerðum, ið skuldu takast, sigur ein av stovnarunum, Laila Neshamar, ið her sæst høgrumegin á myndini, saman við Carolinu Hansen og Marius Ihlen Gardshodn, sum stovnaðu bólkin.

Alt byrjaði við at tey trý valdu happing sum evni í eini 8. floks verkætlan.

Tey hildu tað vera eitt sera áhugavert evni og tey hildu samstundis, at hetta er eitt evni, ikki nóg nógv verður gjørt við.

Í sambandi við verkætlanina gjørdu tey ein film. Ein partur av verkætlanini var at gera eitt átak um happing og tí stovnaðu tey nógv umrødda Facebook bólkin, Hví happa, so at fólk kundu síggja filmin tann vegin.

Í fyrstuni gekk eisini alt eftir ætlan.

Men so fóru fólk at skriva sínar søgur inn á síðuna, eisini sínar lívssøgur, at kalla.

- Ikki miskilja meg, eg bleiv bara glað, tá ið eg sá at hesin bólkurin kundi brúkast til at hjálpa fólki, men tað var so aldrin meiningin við honum, sigur Laila Neshamar í grundgevingini fyri at niðurleggja bólkin.

- Tað komu bara fleiri og fleiri søgur, einar 10 um dagin og limatalið vaks eisini heilt rættiliga skjótt.

Sjálv skuldi hon góðtaka øll og hon heldur, at hon góðtók eini 500 um dagin og tað endaði við, at tilsamans vóru slakir 9000 limir í bólkinum.

Tey siga, at tey høvdu aldrin í teirra villasta hugaheimi ímynda okkum, at hetta fór at blíva so stórt tí tá ið tey stovnaðu bólkin, vónaðu tey, at eini 300-500 fóru at dáma filmin.

Tað vóru nógv sum vóru fegin um síðuna síðuni og skrivaðu til hana at takka fyri at ein síða enduliga var komin, ið kundi hjálpa teimum at koma út við teirra søgum.

- Vit vistu ikki heilt hvussu vit skuldu reagera uppá, tað at bólkurin brádliga var blivin so stórur. Tað var ein sera stór ábyrd sum lá á okkara herðum.

Tey hildu at tað var virkuliga ”kul” at tað vakti so stóran ans.

- Tað var ein góð kensla at vita, at vit gjørdu nakaðgott, sigur hon.

- Men nokk skal vera nokk, leggur hon afturat.

- Trupulleikin er, at tit síggja bara tað, sum verður skriva á síðuni og tað er ikki alt. Nógv fólk -og eg meini tað, tá ið eg sigi nógv- ringja og skriva til mín at klaga, hótta og svína meg og onnur út.

- Foreldur ringja og klaga um at teirra børn føla seg úthongd á síðuni og hótta við at klaga á skúlum og kanska eisini til politiið.

- Onnur skriva og klaga um at tey føla seg úthongd á síðuni, sjálvt um teirra navn ikki er nevnt nakrastaðni.

- Eg haldi ikki at tað er rætt at eg skal ganga og bera uppá alt hetta og fáa so nógvar klagur ímóti mær.

Elin Neshamar sigur, at tí slettar hon síðuna, men vónar at onkur eldri og sum veit meira um evni enn hon, stovnar ein nýggjan bólk, har endamálið er greitt frá byrjan.