(Sjónbandabrot) Ítróttarsendingin, Trans World Sport, hevur gjørt eitt innslag um føroyskan fótbólt, sum kann síggjast undir greinini.
Í sendingini fyljga tey føroyska landsliðnum, tá teir fyrr í ár spældu venjingardyst móti Íslandi. Sendingin gevur eisini eina mynd av Føroyum og føroyskum fótbólti.
Samrøður eru við løgmann, Kaj Leo Johannesen, FSF forseta, Christian Andreasen, aðalskrivara í FSF, Virgar Hvidbro og landsliðsleikararnar Fróða Benjaminsen og Jákup Mikkelsen.
Sendingin er á enskum og kann síggjast undir greinini.