Føroyskur fótbóltur møguliga í norskum sjónvarpi

- Vit halda at hetta er ein win-win støða, sigur ítróttarredaktørurin í TV2 Norge

Tað er áhugi fyri føroyskum fótbólti í Norra. Tað hevur verið søgan seinastu dagarnar, nú tað er greitt at føroyska landskappingin fer í gongd 9. mai.

Vit halda at hetta er ein win-win støða. Hetta er ein søga um at lívið blívur aftur til tað vanliga. Tá fótbólturin verður spældur undir trygdargóðum umstøðum, so er hetta ein søga, sum vit gjarna vilja fortelja, sigur ítróttarredaktørurin í TV2 Norge, Vegard Hagen, við Kringvarpið á døgurða í dag.

Hann heldur fyri, at tað er ein rímiliga stórur møguleiki fyri, at hetta verður veruleiki. Tað er ein norskur spælari í føroysku kappingin. Tað er Ole Erik Midtskogen, sum spælir við KÍ. Tað er Føroya Tele og Televarpið, sum eiga rættindini at vísa føroyskan fótbólt.

Í gjár boðaði stjórin í Televarpinum, Edvard í Skorini Joensen, frá at onki boð er komið upp á føroyskan fótbólt enn. Hann heldur eisini fyri, at tað skal geva meining fyri Televarpið, um rættindini skulu seljast víðari. Hann sigur, at tað er sjálvandi áhugavert, at onnur vilja varpa út føroyskan fótbólt, men at tað er vandi fyri, at krøvini til framleiðsluna vera rættiliga stór.

– Vit hava í løtuni eina einfalda framleiðslu. Um útlendingar koma uppí, so kann vera, at teir koma við nýggjum krøvum, og so skal hetta ganga fyri seg í nakrar fáar vikur, sigur Edvard í Skorini Joensen, sum leggur dent á, at tað gevur lítla meining at gera íløgur í størri framleiðslu fyri løtuvinning.

– Eg skilji, at tað manglar ítróttur, men hetta er eitt tekin uppá, at tað manglar okkurt hjá teimum. Tá Tippeligan og Premier League kemur upp aftur at standa, so hvørvur áhugin fyri føroyska fótbóltinum rímiliga skjótt, sigur Edvard í Skorini Joensen.