Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku

Hann vil heldur spæla venjingardyst enn at møta sum vitni. Møtir hann ikki næstu ferð, kann hann verða handtikin

Føroyski fótbóltsspælarin, Sonni Ragnar Nattestad, er vorðin miðdepil í einum máli um neyðtøku. Talan er um eitt mál, har ein fyrrverandi liðfelagið hjá honum í Noregi er ákærdur fyri neyðtøku og Sonni Ragnar Nattestad er boðsendur at vitna í málinum.

 

Norski miðilin, Josimar, skrivar, at Sonni Ragnar Nattestad skuldi møta í rættinum seinnapartin í dag, men at hann hevur boðað frá, at hann ætlar sær ikki at møta, tí seinnapartin í dag skal hann spæla venjingardyst við nýggja felagi sínum, FC Fredericia, ímóti Middelfart, skrivar norski miðilin, Josimar.

 

Miðilin skrivar, at Sonni Ragnar Nattestad er eitt høvuðsvitni í málinum, og tað verður tikið í størsta álvara, at hann ikki vil møta og tískil er málið útsett.

 

Tann, sum er boðsendur at vitna í einum máli, hevur skyldu til at møta, og tað verður gjørt greitt, at møtir hann ikki næstu ferð, kann hann verða handtikin og førdur í rættin. Hann kann eisini vænta sær eina bót fyri ikki at møta í rættinum.

 

Josimar skrivar, at formaðurin í etisku nevndini hjá danska fótbóltssambandinum, DBU, Per Larsen, heldur lítið um, at ein venjingardystur verður tikin fram um eitt rættarmál, har tað er skylda at møta. Hann kann ikki hugsa sær, at nøkur haldgóð grund er fyri avgerðini, og hann heldur somuleiðis, at felagið hjá honum átti at syrgt fyri, at hann møtti.