Føroyskur føstulávintsdansur í Klubbanum

Fríggjakvøldið verður almennur føroyskur dansur í Klubbanum í Havn.

Hetta er føstulávintsdansur og tað er Dansifelag Kaggans, sum skipar fyri.

Dansifelag Kaggans hevur havt føstulávintsdans í nøkur ár og tað plaga at verða heilt nógv fólk.

Dyrnar verða latnar upp klokkan 22 og dansað verður út á náttina.

Og fer dansifólkið at svongjast, verður eisini smurt breyð at fáa.