Føroyskur dansur Í Sjónleikarhúsinum

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri 13. kvølds dansinum, sum í ár verður leygarkvøldið 5. januar í Sjónleikarhúsinum.

Tøkum Lætt varð stovnað í 1993 av limum úr Fótatraðk, sum vóru komnir heim aftur eftir at hava lisið í Keypmannahavn. Ta fyrstu tíðina helt felagið til í Hornahúsinum, men tey síðstu árini hevur Skansastova verið fasta dansistaðið hjá felagnum.

Hesi 20 árini hevur Tøkum Lætt ment seg nógv. Tað eru nú umleið 260 limir í felagnum.

Tøkum Lætt hevur altíð dansað annan hvønn sunnudag, og tað hevur riggað stak væl.

Fyri 11 árum síðani varð byrjað við barnadansi, sum øll árini hevur verið hvørt mikukvøld í dansitíðuni. Men henda dansiveturin var neyðugt at flyta barnadansin til sunnukvøld, vegna tað stóra virksemi, sum musikkskúlin hevur í Skansastovu. Henda broytingin hevur verið positiv, serliga fyri tey eldri børnuni, tí so halda tey fram at dansa saman við teimum vaksnu aftaná.

Fyri 18 árum síðani vildi felagið royna at taka gamlan sið upp og fór í gongd við 13. kvølds dans.

Tey fyrstu árinum var tiltakið í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Seinni varð flutt út í Róðrarneystið á Argjum, men tey síðstu nógvu árini hevur 13. kvølds dansur verið í Sjónleikarhúsinum, og soleiðis verður eisini í ár.

Hetta tiltakið hevur verið væl vitjað, fólk koma alla staðni frá, bæði frá bygd og bý.

Byrjað verður kl. 21.