Í sambandi við, at føroyska dansifelagið í Keypmannahavn, Fótatraðk, verður 15 ár, verður skipað fyri almennum føroyskum dansi í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A leygarkvøldið 25. oktober.
Freistin at tekna seg til sjálvt borðhaldið er tíverri farin, men hurðarnar lata upp kl. 23.00 fyri almennum dansi, har øll eru sera vælkomin. Tað eru nú fleiri ár síðani, at møguleiki hevur verið fyri at fara til almennan føroyskan dans niðri, og tí vónar felagið, at nógv fara at koma til tiltakið, og at góður dansur verður alt kvøldið. Føroyska dansifelagið í Odense hevur boðað frá, at tey koma við einum ferðalagi at luttaka, og fyrireikararnir vóna, at onnur dansihugað eisini fara at koma.
Atgongumerki kosta 50 kr. Barrin í húsinum er opin um kvøldið, og út náttina verður súpan at fáa.
Fótatraðk eitt av fáu virknu dansifeløgunum uttanfyri Føroyar. Felagið, ið telur góðar 50 limir, er sera virkið og hevur verið tað øll hesi 15 árini. Felagið vónar, at tað við tiltakinum fer at eggja fleiri at dansa. Nýggir limir eru sera vælkomnir at tekna seg eisini.