Fløgan, Føroyskur dansur fyri øll, sum kom út í 2000 verður nú givin út aftur, eftir at hon hevur verið uppi í nøkur ár.
Talan er um tríggjar fløgur við meir enn trimum tímum av lættari sangum, vísum, kvæðum og tættum sum Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans kvøða. ??
Felagið Tutl, sum gevur út, sigur, at orsøkin til, at hon var givin út á fyrsta sinni, var, at tað hevði leingi verið eitt ynski millum fólk at kunna ogna sær upptøkur við løttum føroyskum dansi, har kvøðið verður stutt og lætt: sangir, vísur, tættir og kvæðir. ?
Endamálið við dansinum er at siga frá innihaldinum í tí, sum kvøðið verður: Stundum verður dansað skemtiliga og lívliga, stundum siðiliga og hábærsliga. ?
Skrivaði teksturin kann í støðum víkja nakað frá tí, sum kvøðið verður. Hetta er vanligt fyribrigdi í føroyskum dansi, tí har er tað skiparin einsamallur, sum avger, hvussu kvøðið og dansað verður.
Vert er kanska eisini at viðmerkja, at ofta finnast fleiri ymiskar uppskriftir og ymisk løg til somu sangir, vísur, tættir og kvæðir.?
Tað var 3´arin, sum upprunaliga gav fløguna út og síðani kundi staðfestast, at fløgan varð væl móttikin, tí tað eru longu nøkur ár síðani hon varð uppi.
Tað er allatíðina eftirspurningur eftir fløgum við føroyskum dansi.
Eitt av aðalmálinum í TUTL er at endurprenta eldri tilfar, serliga serføroyskt tilfar, ið er at meta sum skjalprógv og tí fekk felagið loyvi, at geva fløguna út aftur. ??










