Føroyska Luisa Sofía Eliasen hevur vunnið enn eitt danmarksmeistaraheiti. 10 ára gamla Luisa Sofía Eliasen, sum í heyst gjørdist Danmarksmeistari í samba, vann sunnudagin í Kolding enn eitt danmarksmeistaraheiti saman við dansipartnara sínum Tore Lund. Tey vunnu í bólkinum undir 13 ár. Talan var um meistaraheiti í sonevndum standarddansi.
Dansað var vals og quickstep.
Tað gongur sera væl hjá Luisu Sofíu og Tore, sum eisini vunnu fyrstu styrkilistakappingina, ið var í Aalborg 9. januar. Um tríggjar vikur er stóra kappingin Copenhagen Open á skránni.
Beint eftir páskir skal parið luttaka á Blackpool Open, ið hevur sama týdning fyri dansarar, sum Wimbledon hevur í tennis, so talan er um eitt spennandi og avbjóðandi vár fyri tey bæði.
Millum føstu venjarar parið hevur kunnu nevnast Marianne Eihilt og Mads Vad, sum eru kend frá »Vild Med Dans«, og Lene James, sum var fyrsti danski heimsmeistarin í dansi.
Fyrrverandi evropameistarin, bretin Alan Winter, fyrireikar parið til altjóða kappingar.