Føroyskur dagur í Tromsø

Noreg: Landsliðsmenninir í Sogndal skoraðu fýra mál, tá teirra lið styrkti um sína støðu í stríðnum um uppflyting til bestu deildina

Tað gongur sum eftir ánni hjá føroyska felagnum í norskum fótbólti. Hesa ferð var Sogndal á útivølli í Tromsø, og teir komu suður aftur við øllm stigunum. Teir tríggir føroysku landsliðsmenninir høvdu stóran leiklut í 6?2 sigrinum. Tilsaman skoraðu teir fýra mál, og í norskum fjølmiðlum verður nevnt, at kanska er tað soleiðis, at Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre trívast best, tá tað verður spælt á norðaru breiddarstigunum!

Dysturin varð spældur longu leygardagin. Fyrstu tjúgu minuttirnar hevði heimaliðið, Tromsdalen, takið. Teir komu á odda, tá eitt korter var farið. Málverjin megnaði bara at hálvbjarga frísparksroynd, og ein av heimamonnunum var fyrstur á returbóltinum.

Tá hálvur tími var farin, fótaði Sogndal sær. Ikki minst var tað Julian Johnsson, sum stríddist á miðvøllinum. Umframt um eyðkeynda leiklutin sum bóltvinnari, hevði hann hesa ferð fleiri góðar sendingar innfyri málið, og at hann eisini skoraði tvær ferðir gjørdi, at hann varð mettur millum teir allar bestu.

Sogndal javnaði eftir 35 minuttir, og tveir minuttir seinni sendi Julian Johnsson úr átjan metrum og í málið. Hans Fróði Hansen var í miðverjuni. Í sambandi við deyðbóltsstøður var hann frammi, og fýra minuttir undan steðginum stútaði hann í kassan, eftir at fríspark var sent innfyri málið.

Tromsdalen minkaði um munin til 2?3, tá seinna umfarið var seks minuttir gamalt. Tá var spenningur í eina løtu, men eftir 73 minuttir tók Julian luftina úr dystinum. Hann økti Sogndal leiðsluna til 4?2 eftir innkast og innfyri. Julian átti eisini sín stóra lut í 5?2 málinum, sum kortini varð skrásett sum sjálvmál. Føroyski miðvallarin stútaði móti málinum, bólturin tók í ein mótstøðumann, sum stýrdi honum um strikuna.

Kurt Mørkøre hevði fleiri møguleikar, men hann var óheppin og stútaði og sparkaði við síðuna av málinum. Tveir minuttir undan leikloki eydnaðist tað toppskjúttanum í næstbestu norsku deildini at skora.

Komandi sunnudag skal Sogndal spæla á heimavølli ímóti gamla felagnum hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger. Í vikuskiftinum vann Kongsvinger 2?0 á Sandefjord.

Sogndal er framvegis á triðja plássinum, sum gevur møguleika til endaspæl um eitt pláss í bestu deildini. Lynn er á odda við 49 stigum, Strømgodset hevur 37 stig, og Sogndal hevur 35 stig. Næsti kappingarneytin hjá Sogndal um triðja plássið er Kongsvinger. Teir hava 30 stig. Tað vil við øðrum orðum siga, at sunnudagin verður talan um so kallaðan seks stigs dyst í Sogndal..

Um tað fer at eydnast føroyska liðnum at vinna ella í hvussu so er ikki at tapa, so verða teir heilt væl fyri at vinna triðja plássið. Møguleikin at enda næstfrermst og harvið at tryggja sær beinleiðis uppflyting er framvegis til staðar.