Føroyskur brúðgommur lumpaður

Til eitt hvørt brúdleyp hoyrir eisini ein polterabend til áðrenn stóra dagin. Nakrir føroyskir mans hildu herfyri polterabend fyri vinmmani teirra, sum hann seint fer at gloyma.

Ein partur av polterabendinum var, at komandi brúðgommurin skuldi hoppa bungee-jump úr 50 metrum – helt hann. Vinmenninir høvdu koyrt runt við komandi brúðgomminum við bindi fyri eyguni og greitt honum frá, at nú skuldi hann hoppa úr 50 metrum. Hann varð síðani leiddur fram til kranan, sum so varð lyftur upp og klárt var at hoppa.

 

Tað vísti seg tó, at fallið ikki var 50 metrar, men ein metur. Hygg hvussu hetta spældi av niðanfyri.