Føroyskur bilaseljari fær 300.000 krónur í bót

– Men ger hann onki revsivert hesi bæði næstu árini, sleppur hann frá at fara í fongsul

Ein maður, sum innflytir brúktar bilar, og selur teir í Føroyum, er nú dømdur fyri svik ímóti landskassanum.

 

Hann er dømdur fyri at hava givið Akstovuni skeivar upplýsingar um, hvussu nógv bilarnir vóru verdir. Í hesum sambandi hevur hann sett virðið ov lágt og av tí sama er hann sloppin undan at rinda landskassanum fleiri hundraðtúsund krónur í avgjøldum.

 

Føroya Rættur hevur lagt dent á, at talan er um skipað svik, sum er endurtikið fleiri ferðir og tískil er bilaseljarin dømdur at rinda 12 døgbøtur, har hvør bótin er 25.000 krónur, og sostatt skal hann rinda tilsamans 300.000 krónur í bót. Tað er helvtin av upphæddini, hann er dømdur at hava svikað landskassan fyri.

 

Hann varð eisini dømdur seks mánaða fongsulsrevsing, men tann revsingin varð treytað, og tað merkir, at ger hann onki revsivert hevi tvey næstu árini, skal hann ikki í fongsul.

 

Maðurin varð ákærdur fyri svik ímóti landskassanum í 18 førum og ákærdi vildi hava hann dømdan 350.000 krónur í bót, umframt at hann skuldi sita í seks mánaðir.

 

Harumframt er maðurin kravdur eftir at rinda Akstovuni 760.000 krónur í endurgjaldi, tí tað skal vera upphæddin, hann hevur svikað landskassan fyri. Men Føroya Rættur tekur ikki støðu til tann partin, tí niðurstøðan er, at vil Akstovan hava hann at rinda endurgjald, má hon stevna eftir tí.

 

Maðurin, sum var ákærdur, viðgekk at hava falsað skjøl, men tað var ikki fyri at svika og hann er eisini ósamdur í uppgerðini hjá Akstovuni.

 

Hann varð eisini fríkendur fyri nakrar av ákærunum í hesum føri.

 

Men hann var framvegis dømdur sekur í at hava svikað landskassan fyri 587.574 krónur, men rætturin leggur dent á, at her er talan um eina varliga meting og tað kemur ákærda til góðar.