Føroyskur barnadansur

Aftur í vetur skipar Tøkum Lætt fyri barnadansi

Tíðindaskriv frá Tøkum Lætt

Byrja verður 20. oktober. Ætlanin er at børnini skulu fáa eina hugnaliga løtu har høðursdenturin verður lagdur á kvæðini. Men tað verður eisini pláss fyri eini hugnaligari løtu við onkrum leskandi og eini góðari søgn ella einum góðum ævintýri.
Dansa verður hvørt mikukvøld kl. 19.00 - 20.00.
Øll børn eru hjartaliga vælkomin - tey heilt smáðu skulu helst hava ein vaksnan við sær. Størri bólkar t.d. ein skúlaklassi við lærara eru eisini vælkomin at luttaka, so kunnu vit samstarvað soleiðis at næmingarnir kunnu venja tey kvæðir, ið verða tikin í barnadansinum sum ein náttúrligur partur av tí obligatorisku undirvísingini í skúlanum.
Dansurin verður skipaður av frívilligum limum hjá Tøkum Lætt og luttakandi børn skulu einki gjalda. Øll børnini fáa eitt hefti við kvæðum og vísum til gávu.