Føroyskur bátur sakk í Íslandi

Íslendski útróðrarbáturin Arún, sum er smíðaður í Hvalvík, sakk í síðstu viku Í síðstu viku sakk útróðrarbáturin Arún niður við bryggjuni í bygdini Suðureyri á Vestfirðum í Íslandi.

Tað vísti seg, at báturin lak um sjógvinntakið. Báturin hevur verið brúktur til snellufiskiskap.

Arún, sum er smá seks tons stórur, er smíðaður í Føroyum í 1990. Hann var ein av plastbátunum, sum vórðu smíðaðir í Hvalvík.