Nú er greitt, hvørji eru í uppskoti at vinna tónleikaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum fyri 2017.
13 nøvn eru tilnevnd heiðurslønina, og eitt teirra er úr Føroyum. Tað er bólkurin Yggdrasil.
Tað eru liminir í dómsnevndini fyri tónleikaheiðurslønina, sum hava tilnevnt bólkar og solistar úr teimum ymsu norðurlondunum. Vinnarin av heiðurslønini verður kunngjørdur og heiðraður í Finlandiahúsinum í Helsinki tann 1. november.
Tey tilnevndu eru hesi:
FIGURA Ensemble (Danmark)
The Danish String Quartet (Danmark)
Susanna Mallki (Finnland)
Iiro Rantala (Finnland)
Yggdrasil (Føroyar)
Nanook (Grønland)
Víkingur Heiðar Ólafsson (Ísland)
Emilíana Torrini (Ísland)
Supersilent (Noreg)
Lise Davidsen (Noreg)
Martin Frøst (Svøríki)
Seinabo Sey (Svøríki)
Jenny Carlstedt (Áland)