Føroyskur bíbliuskúli í Italia

Í døgunum 6. til 13. august í ár verður ein føroyskur mini-bíbliuskúli hildin í Italia, nevndur PAROLA 2012.

Parola, ið merkir orð, hevur til endamáls at geva trúgvandi føroyingum møguleika at koma burtur frá vanliga gerandisdegnum og brúka tíðina í Bíbliuni.

Tað er føroyski trúboðarin í Italia, Regin Guttesen (myndin) sum skipar fyri hesum øðrvísi bíbliuskúlanum.

Her er í øllum førum ein góður møguleiki at samantvinna lesnað í Bíbliuni, saman við sól, summarfrítíð og samveru.