Tað sigst, at føroyingar eru allastaðni og tað hendir seg meiri enn so, at teir síggjast við hvørt.
Jóhannus Egolm Hansen hevur í hvussu er gjørt eina roynd at vís, at
hann er til.
Jóhannus eigur, saman við øðrum, og arbeiðir fyri advokatvirkið Dania advokater, men umframt tað undirvísir hann eisini við lærda háskúlan í Keypmannahavn í fakinum »Keyp og søla av virkjum«.
Tað er í tí eginleikanum, at hann, saman við einum starvsfelaga hevur givið út bókina »Køb og salg af virksomheder«.
Bókin er ætla sum undirvísingartilfar í lærugreinini, men kann uttan iva koma væl við hjá øðrum við.
Medhøvundur er Christian Lundgren, sum eisini starvast, sum advokatur.
Bókin er sera umfatand og er upp á knappar 400 blaðsíður. Tað er
forlagið »nyt juridiskt forlag«, sum gevur bókina út.