Á føroyskum "veingjum" í seytjan ár

Atlantic Airways hevur rættiliga sett Føroyar á heimskortið, síðan felagið varð stovnað

Flúgving

Atlantic Airways varð stovnað í november 1987, og 28. mars árið eftir kundu føroyingar flúgva á føroyskum veingjum, tá ið felagið keypti sítt fyrsta flogfar av slagnum, British Aerospace.
Í 1983 kom fyrsta tyrlan til landið til innanoyggjaflúgving. Hetta var ein Bell 212, og í 2001 keypti felagið eina Bell 412 til leiting og bjarging.
"Flotin" hjá Atlantic Airways er øktur støðugt, og í 2004 keypti felagið sítt triðja flogfar.
Í dag eigur felagið soleiðis trý flogfør og rekur tvær tyrlur. Haraftrat leigar felagið eitt fjórða flogfar, sum eisini er partur av dagliga "flotanum" hjá AA.
Í sínari tíð vóru tað nógv, sum ivaðust í, um føroyska flogfelagnum fór at vera lív lagað, men tíðin síðan stovnanina hevur prógvað, at tað bar til.
Atlantic Airways hevur rættiliga sett Føroyar á heimskortið, og sigast má, at føroyska flogfelagið hevur tænt føroyingum og Føroyum bæði væl og virðiliga.