Føroysku U19 landsliðini fáa handað silvur og bronsumerki (Kykmyndir)

Tórshavnar Kommuna reikaði fyri, at flogbóltslandsliðini, sum hava tikið lut í U19 NEVZA kappingini fingu okkurt gott at eta í Dansifrøi. Talan var um U19 landsliðini hjá kvinnum og monnum hjá Noregi, Danmark, Íslandi og Føroyum.

 

Aftaná máltíðina vóru heiðursmerki og steyp handað til vinnandi liðini. Danmark vann báðar kappingarnar.

 

Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at síggja, tá Magni Arge stjóri hjá Atlantsflogi handaði U19 monnunum bronsumerki: www.youtube.com/watch

 

Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at síggja, tá Magni Arge stjóri hjá Atlantsflogi handaði U19 kvinnunum silvurmerki: www.youtube.com/watch

 

Eina Kalsø var vald til besta hevara í kvinnukappingini. Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at síggja løtuna, tá Heðin Mortensen borgarstjóri handaði Einu Kalsø eina áminning fyri hetta bragdið: www.youtube.com/watch