Seinastu dagarnar hava føroyskir svimjarar verið við í NJM kappingini, sum hevur verið í Uddevalla í Svøríki.
Áðrenn fráferðina hevði nýggi landsliðsvenjarin sett sær sum mál, at úrslitini hesaferð skuldu vera betri enn tey vóru seinast, og ikki kann sigast annað enn, at tað eydnaðist hjá honum og svimjarum hansara.
Men, hann er ein krevjandi maður, franski venjarin, og tí er hann ikki heilt nøgdur kortini.
Hansara meting er, at høvdu allir svimjararnir víst rætta hugburðin, so var meira komið burtur úr.
Fekk eitt fimtapláss
Tað, sum hevur sermerkt hesa kappingina er, at næstan allir luttakararnir hava betra um bestu persónligu tíðina á onkrum teini.
Tað er eitt bragd í sær sjálvum, men sum ikki einaferð, so hevur tað verið eitt krav frá franska venjaranum, sum er vanur við onnur og munandi harðari krøv til svimjararnar enn vit eru von við í Føroyum.
Besta úrslitið kom tó sunnudagin, tá Andrass Thomsen svam seg inn á fimta pláss í 400 metra frísvimjing.
Hetta gjørdi hann í eini so góðari tíð, sum hann ongantíð áður hevur svomið, og tað eigur at hava frøtt Alain. Hann sigur eisini í tíðindaskrivinum úr Svøríki, at hann er stak væl nøgdur við avrikið hjá Andrassi.
Kláraði HM-kravtíðina
Tað er annars líkt til, at føroyingar fara at hava svimjara við til HM-kappingina næstu ferð, tí Andrass Mortensen gjørdi ikki mætari enn at svimja undir tveir minuttir í 200 metra frísvimjing.
Hetta vóru øll í føroyska ferðalagnum væl nøgd við og serliga Andrass, sum kortini ikki hevur tær stóru vónirnar til HM kappingina, men hann ætlar sær kortini at gera sítt besta.
Sum sagt er landsliðsvenjarin ikki heilt nøgdur við alt, sum hann hevur sæð í Uddevalla.
Hansara meting er, at tað í ávísum førum kann bøtast við meira venjing og í øðrum føri við størri motivatión enn svimjararnir vísa í dag.
Málini fyri næstu NJM kapping eru sett, men tey stíla ikki eftir heiðursmerkjum, tí sum skilst er ov nógv, sum skal gerast fyri at tað skal vera trúligt.
Kortini smæðist venjarin ikki fyri at siga, at vit skulu hava heiðursmerki í 2002.