TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr samrøðurnar hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við føroysku landsliðsspælararnar aftaná EM-undankappingardystin móti Ukraina, ið ukrainar við hepni og alternativum, grikskum dømingum megnaðu sum stórfavorittar at vinna ein skallutan 27-26 sigur á Føroyum. Ein sigur teir prísa seg lukkuligar fyri, og tað skulu ukrainar einki ilt hoyra um.
Sjúrður H. Hoydal prátaði við fýra føroyskar landsliðsspælarar sum kundu samanlagt fegnast um gott føroyskt spæl og ein framúr góðan føroyskan hugburð. Teir lyfta allir høvdið høgt hóast burturdømingarnar svíða. Farið verður við góðum treysti at fyrireika seg til uppgávurnar móti Montenegro og Danmark í juni.
Sjúrður H. Hoydal prátaði við
1) Rókur Akralíð
2) Allan Norðberg
3) Eirikur Simonsen
4) Hans Eli Sigurbjørnsson