Føroysku/íslendsku Bloodgroup geva fløgu út

Føroyski og íslendski elektro/pop tónleikabólkurin, Bloodgroup, gevur fyrstu fløgu sína, Sticky Situation, út í dag 7. november, á føroyska og íslendska marknaðinum

Nýggj fløga

Sámal Rasmussen

samal84@gmail.com

 

 

Bólkurin er í dag ein av mest aktuellu og væl umtóktu tónleikabólkunum

í Íslandi, og er mannaður av føroyska Janus Rasmussen, annars kendur

sum front figur í vælumtókta føroyska rútmiska tónleikabólkinum, Lama

Sea, og nýðliga sum DJ undir navninum, Djór, og damu hansara, Lilju,

og báðum beiggjum hennara, Hallur og Raggi. Tískil markabra navnið

Bloodgroup (Blóðbólkur).

 

Tónleikurin sveiggjar frá tí pumpaða, ið dregur ein út á dansigólvið at

rista rumpuna, til onnur meira friðalig fashion løg, men er altíð

elektriskur, modernaður og popputtur.

 

Bólkurin hevur verið til í meira enn eitt ár, og spældi millum annað á

størsta íslendska tónleikafestivalinum, Airwaves, bæði í ár og í fjør,

og so hava tey kort síðani verið á konsertferð í New York og Berlin,

har tey spældu fleiri konsertir bæði støðini, og enntá á stórsta

bransju festivalinum í Týsklandi, Popkomm, har bæði Eivør og Teitur

hava spælt áður. Hesin festivalur líkist nógv tí smærra danska SPOT

festivalinum, ið fleiri onnur føroysk nøvn hava spælt á eftir hondini.

 

Fløgan hevur verið at fingið í online tónleikahandilinum, Itunes,

síðan 5. novembur, og er upptikin í fleiri ymsum hugnalinum húsum, ið

Bloodgroup leigaðu eitt vikuskifti í senn, og settu fyribilsstudio upp

í. Hon er miksað í Síld Studios og Sýrland Studios Reykjavík, og er

mastrað av Guy Davie, frá The Exchange í London.

 

Fleiri løg av fløguni eru at hoyra á Myspace síðuni hjá Bloodgroup:

www.myspace.com/bloodgroup