Føroysku næmingarnir skaraðu aftur framúr

Einaferð enn hava næmingar á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna vunnið altjóða vinnulívskapping. Og tað er ikki sørt áhugi fyri vinnara-verkætlanini

Næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hava einaferð enn víst, at teir skara framúr.

Týsdagin vunnu næmingar á skúlanum nevniliga altjóða vinnulívskappingina European Business Game, EBG, í kapping við skúlanæmingar úr sjey øðrum londum.

Sum nevnt í greinini omanfyri, er hetta ikki fyrstu ferð vit eru við í kappingini. Og tað er sanniliga heldur ikki fyrstu ferð vit vinna. Eisini næmingarnir í fiskivinnuskúlanum hava staðið ovast á sigursskamlinum fyrr, tí teir vunnu nevniliga fyrstu ferð, føroyingar vóru við.


Teir bestu vunnu

Í ár var kappingin í norðuritalska býnum Pavollo.

? Tað var ongin ivi um, at tað var tann besta verkætlanin, sum vann.

Sigur Sigmar Jacobsen, sum var føroyski dómarin í kappingini.

Ein dómari var úr hvørjum landi, men teir høvdu ikki loyvi til at atkvøða fyri næmingunum úr sínum egna landi.

Sigmar Jacobsen sigur, at teir allarflestu dómararnir góvu føroysku næmingunum tey besta skoðsmálið.

Hvør verkætlan varð dømd eftir eini kynstrigari skipan, har dentur m.a. verður lagdur, framløguna, umframt ymsar tættir í uppgávuni, eitt nú marknaðarføringina, samstarvsavtalur o.s.fr.

Føroysku næmingarnir fingu 532 stig av teimum 600, sum tað bar til at fáa.

Nummar tvey vóru næmingar úr Skotlandi við 516 stigum og nr. trý vóru næmingar úr Danmark

Sigmar Jacobsen sigur, at endamálið við kappingini er, at næmingarnir skulu gera eina vinnulívsverkætlan akkurát uppá sama máta sum í veruliga lívinum.

Tvs, at teir skulu hava eitt hugskot, teir skulu fáa vinnuloyvi, felag skal stovnast og skrásetast, teir skulu hava løgfrøðing at gera lógir fyri felagið, teir skulu hava grannskoðarar og útvega fígging, teir skulu gera marknaðar-kanningar, teir skulu gera samstarvsavtalur o.s.fr.

Føroyski dómarin sigur, at føroyska verkætlanin vakti ikki sørt ans og tað vóru meiri enn ein vinnulívsmaður, sum vísti áhuga fyri at arbeiða víðari við ætlanini.

M.a. vóru bæði danski og italski dómarin sera áhugaðiur í ætlanini og onkur stór vinnufyritøka lá eisini framvið.

Tað var ikki sørt nýhugsan í teirri føroyska verkætlanini. Hon gekk út uppá at gera kellogan burturúr fiskaskræðu, sum annars er burturkast nú. Og tað var netupp tað slóðbrótandi, sum hugtók útlendskar dómarar og vinnulívsfólk.

Kellogan verður nógv brúkt í húðasmyrsli, tí tað ger, at húðin verður ikki so skjótt rukkut sum annars.

Sigmar Jacobsen sigur, at eftir hansara tykki hevur tað stóran týdning, at vit gera okkum galdandi í slíkum kappingum.

? Tað ber boð um, at okkara útbúgvingar eru á rættiliga høgum støði, tí ongin fær slík úrslit ár um ár, um ikki tyngd er aftanfyri.