Føroysku kvoturnar eru ov stórar

- Okkara kvotur kunnu ikki samanberast við tær skotsku og føroysku, sum geva fiskimonnum tríggjar ella fýra ferðir so nógv, sum vit tjena, siga írskir skiparar.

- Okkara kvotur kunnu ikki samanberast við tær skotsku og tær føroysku. Síðstu árini hava tey skotsku uppsjóvarskipini tjent tríggjar ella fýra ferðir so nógv, sum vit, og tey føroysku møguliga meira.

 

Tað siga írsku skipararnir, Philip Cavaragh, sum førir Father Mckee og Brendan Gill, sum førir Brendelen við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Fyrst í vikuni landaðu skipini 1300 tons hvørt av havgølti til Havsbrún í Fuglafirði, og tá vitjaði sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, umborð og fekk eitt prát við teir báðar.

 

Hóast írsku uppsjóvarskipini kunnu royna eftir svartkjafti, makreli, hestamakreli, smáum tunfiski og eftir havgølti, so eru nógv skip um smáar kvotur.

 

Við sjómanstrúboðaran siga teir, at írska svartkjaftakvotan í 2016 bert var 45.000 tons, sum 29 skip skuldu fiska. Makrelkvotan var 86.000 tons, sum 47 skip skuldu fiska. Teir siga eisini, at fleiri av kvotunum eru nógv minkaðar.

 

Fyri tjúgu árum síðani var inntøkan hjá teirra skipum tvífalt so stór, sum hon hevur verið síðstu árini.

 

- Í 2016 vóru Brendelen og Father Mckee til fiskiskap í umleið 140 dagar, og skipini seldu fyri umleið 26 miljónir hvørt. Tíggju mans eru við hvørjum skipi.

 

Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit at siga, at skipini partrola eftir makreli, rossamakreli, tunfiski og havgølti, men tá teir fiska svartkjaft, fiska teir hvør sær.

 

Hóast teir ikki vilja blanda seg upp í føroyskan fiskivinnupolitik, so hava teir kortini sína meining. Teir halda, at føroysku kvoturnar eftir makreli og svartkjafti eru ov stórar.

 

- Hetta gongur bæði út yvir fiskastovnin og út yvir prísin. Smærri kvotur geva sum oftast betri prís, so úrtøkan verður nærum tann sama, samstundis sum stovnarnir hava tað betri.

 

Skipararnir báðir søgdu seg annars vera væl móttiknar í Fuglafirði og av føroyingum sum heild. Teir eru eisini komnir at kenna fleiri føroyingar, síðan teir fyrstu ferð landaðu í Fuglafirði í 2008.

 

- Føroyingar eru blíðir og hjálpsamir og minna nógv um fólkið í míni heimbygd, tá eg var smádrongur, sigur Philip Cavaragh, sum førir Father Mckee, brosandi.