Føroysku kvinnurnar vunnu

Tá føroysku hondbóltskvinnurnar í vár spældu á Cypros, taptu tær tapurt móti Onglandi í einum dysti, har okkara ikki megnaðu at halda høvdið kalt seinastu løtuna.

Men hesa ferð var støðan júst tann øvugta. Talan var alla tíðina um ein sera javnan dyst, har tær bretsku høvdu munin stóran part av tíðini. Men seinastu løtuna vóru tað okkara, sum vóru tær kaldaru. Og við 16-15 sigri syrgdu tær fyri, at tær endaðu ovastar í 4-landakappngini í Sheffield.