Føroysku kirkjurnar afturúrsigldar

Síðani fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, er hon rættiliga afturúrsigld fíggjarliga.

Tað staðfestir mentamálaráðið, nú Løgtingið viðgerð, hvørjar treytir, prestar skulu lúka fyri at kunna fáa starv í føroysku fólkakirkjuni.

Mentamálaráðið sigur, at í dag er játtanin til kirkjuna lægri enn stuðulin, sum landið og danski staturin játtaði kirkjuni, áðrenn hon var yvirtikin.

Annars rinda fólk kirkuskatt, sum í mesta lagi kann vera 0,65%. Umleið tveir triðingar av landskirkjuskattinum fara til kirkjukassarnar í kirkjusóknunum, og ein triðingur fer í Kirkjugrunnin.

Mentamálaráðið staðfestir, at tá ið kirkjan varð yvirtikin, vóru prestagarðarnir yvirhøvur ”í syndarligum standi”, so nógvur peningur er brúktur til at seta teir ístand.

Men enn eru 8-9 prestagarðar eftir at gera.

Tilsamans eru inntøkurnar hjá føroysku fólkakirkjuni lækkaðar 3,4 milliónir hesi seinastu seks árini, úr 49,2 milliónum í 2008, niður í 45,8 milliónir í ár.

Seinastu tvey árini er kirkjan sostatt rikin við halli.

- Hallið er fíggjað úr Tiltaksgrunninum hjá fólkakirkjuni, men tað gongur ikki í longdini, sigur Mentamálaráðið.

Harafturat er at kalla ongin peningur til at hjálpa smáu og meðal stóru kirkjusóknunum at halda kirkjurnar.

- Nógvar av teimum eru friðaðar ella varðveitingarverdar og krevja tí lutfalsliga nógv til hald, sigur Mentamálaráðið.

Annars kunnu kirkjuráð eisini fáa heimild at áseta ein staðbundnan kirkjuskatt. Hann kann í mesta lagi vera 0,3%, og skal bara brúkast til serligar verkætlanir, men ikki til rakstur.

Men hetta er ein skipan, sum verður lítið brúkt, men serliga hjá størru kirkjusóknunum kann hetta vera hent fígging, tá tey byggja ella umbyggja kirkju, ella gera annan kirkjuligan bygning, sigur mentamálaráðið.

Savnsmhnd