Í vikuskiftinum var kapping í taekwondo í Esbjerg. Føroyska taekwondo-felagið Hwarang Føroyar var við, og føroysku kempararnir stóðu seg sera væl.
12 kemparar vóru í A bólkinum og fimm kemparar í B bólkinum. Tvey vóru við í greinini teknikk, og hesi vóru mest við fyri at læra, sambært felagnum.
Tað bleiv í alt til trý gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki til føroyingarnar. Hwarang Føroyar fekk eisini eitt sokallað fightara steyp og eitt 8. pláss í teknikk.
Á Facebooksíðuni hjá Hwarang Føroyar skriva tey soleiðis:
- Ein góður, stuttligur og læruríkur túrur, og vit gerast betri og betri fyri hvørja ferð, vit kappast!