Føroysku hondbóltsmennirnir koppaðu vertstjóðini

Føroyska hondbóltslandsliðið vann trygt á Bulgaria, og skal møta Kosovo í hálvfinaluni í Emerging Nations kappingini

Fyri løtu síðani gjørdist tað greitt, at Føroyar hava vunnið seg í hálvfinaluna í Emerging Nations kappingini, har eitt rættiliga sterkt landslið úr Kosovo bíðar okkara monnum.

 

Føroyar vunnu í fjórðingsfinaluni fyrr í dag 30-24 á vertstjóðini, Bulgaria aftaná eina 14-13 leiðslu til Bulgaria í steðginum.

 

Kosovo, sum vit møta í hálvfinaluni hevur nógv at hevna. Fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar á Kosovo í Emerging Nations kappingini í júst Kosovo, tá liðini møttust í hálvfinaluni. Føroyar vunnu tá 31-23 á Kosovo, og hava kosovanar sostatt nógv at hevna, og føroyska liðið skal vænta ein skarpan gang frá Kosovo.

 

Kosovo vann heili 34-23 (17-12) á Luksemborg í sínari fjórðingsfinalu. Í hinari hálvfinaluni hittast Kýpros og Turkaland. Kýpros vann 36-26 (20-17) á Kina, og Turkaland vann 32-26 (16-11) á Georgia í hinum fjórðingsfinalunum, sum vóru leiktar fyrr í dag. 

 

Føroyar og Kosovo spæla hálvfinalu í annaðkvøld klokkan 18. 

 

Málskjúttar fyri Føroyar: Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Peter Krogh 7, Allan Norðberg 5, Hanus Christophersen 3, Frank B. Askildsen 2, Tróndur Kragesteen 2, Eirikur Simonsen 1, Rókur Akralíð Nielsen 1