Føroysku fjeppararnir vunnu

Tað kann gott vera, at týsku spælararnir vóru betri enn teir føroysku, men av teimum 32.769 áskoðarunum vóru tað teir føroysku, ið skaraðu framúr. Enn eina ferð vunnu Føroyar dystin uttan fyri vøllin, og ynskiligt hevði verið, at vit umsíður fóru at taka líka væl á við okkara monnum á heimavølli, sum vit ferð eftir ferð gera tað á útivølli

Tá tað var komið eitt sindur út á seinnapartin fríggjadagin, fór puls­urin spakuliga upp inni á frálíka vertshúsinum, Brauhaus Ernst August, sum liggur mitt í býnum í Hannover, og sum – eins og fyri 10 árum síðani – var savningardepil hjá føroysku fjepparunum, ið komu við bussum til Týsklands.
Hvørja ferð ein nýggj sending av fjepparum kom, kom róp í, so tað rungaði eftirí í allari Schmiedestraße. Men allíkavæl fór alt hampuliga og friðarliga fram, og politist­arnir, sum sótu í ein­um myrka­bláum rugbreyði hálvt­hundrað metrar frá vetshúsinum og eygleiddu góða hýrin, kundu fyri tað fingið sær ein blund, tí her var tann beri gangur – men annars friður.
Jú, byrjanin hjá fjepparunum var góð, og tað skuldi bara gerast enn betri. Teinurin til AWD Arena, har dysturin skuldi spælast, var ikki longri enn so, at ein føroysk skrúð­gonga fór syngjandi og rópandi avstað, og allastaðni stegðaðu ov­farnir týskarar upp og gløddu at før­oyingunum, sum høvdu teir ikki sæð ordiligar fjepparar har um leiðir fyrr.
Onkur teirra kanska læt tank­arnar leita 10 ár aftur í tíð­ina, tí ta ferðina var talan um rein­an uppvísning á føroysku áskoðara­plássunum, umframt at liðið á vøllinum eisini gjørdi tað framúr­skarandi. So mikið væl eydnaðist tá hjá fjepparum og spælarum oktoberkvøldið í 2002, at týska fjøld­in ýldi og bríkslaði eftir sínum egnu, men klappaði fyri og fagnaði før­oyingunum.

Karaoke-tjóðsangur
Hóast vit fjølmiðlafólk vóru borin á lógvum av týsku fyriskiparunum, sum eisini fingu greitt onkra fløkju í evstu løtu við einum brosi, var ikki sørt, at ein fekk skálkin við tí ólukkudýrinum, ið skuldi eitast fyri at standa fyri ljóðtøkni og vali av tónleiki, tá tjóðsangirnir vóru á skránni.
Tá um okkara egna tjóðsang um­røður, er og verður framvegis galdandi, at tann sál og tann andi, sum hoyrist í avgomlu upptøkuni í turkihúsinum á Skála, ikki kann endur­skapast, so gásarholdið verður tað sama. Í øllum førum fingu vit í Hannover fríggjakvøldið stað­fest, at slíkt skal ikki pilkast við – og vónandi hevur eingin smartur fýrur í FSF-húsinum havt ein fingur við í spæl­inum!
Føroysku fjeppararnir høvdu væl og virðiliga hitað sær røddirnar upp og vóru 120 prosent klárir at syngja fyrsta vers av »Tú alfagra land mítt«. Men tá uppsparda orkan skuldi leggj­ast í tjóðsangin, streymaði ein látur­lig karaoke-útgáva upp á speed út úr týsku hátalarunum, og í besta Michael Schumacher-stíli drønaði tónleikurin langt undan sang­inum, so tað gjørdist heilt pín­ligt at uppliva.
Bara hetta var í sjálvum sær so smakkleyst og vánaligt, at vit pass­andi kundu hevnt tað, tá Týsk­land kemur higar at spæla. Vit kundu kanska fingið Johan í Kollafirði ella Swangah Dangah at rappað fyri, meðan týskararnir kundu slopp­ið at haltað aftan á »die dritte Strophe«, sum í mun til okkara tjóð­sang er triðja vers í teirra – tí fyrsta og annað vers eru bannlýst og ikki mugu syngjast longur…
Er tað veruliga so, at onkur hevur tikið Jógvan við Keldu upp á orðið og hevur gjørt eina uppskrúvaða útgávu av tjóðsanginum, so er at stíga fram og taka ábyrgdina av tí. Hetta var ræðuligt og eigur ikki at endurtaka seg, so til kom­andi útidystir eiga fólkini frá Fót­bólts­sambandinum at hava bæði geymar, fløgur og alt møguligt annað við røttu útgávuni av tónleikinum til okkara tjóðsang!

Ofraðu seg fult út
Alt hetta vísti seg tó tíbetur ikki at fáa nakra óhepna ávirkan á før­oyska innsatsin – hvørki á vøllinum ella uttanfyri. Føroysku fjepp­ararnir koyrdu á og inni á vøllinum vóru føroysku spælararnir topp­tendr­aðir og fyrsta hálva tíman tveittu teir seg við góðum úrsliti fyri alt, ið bara kundi líkst eini týskari atsókn. Her sóu vit eitt føroyskt landslið, ið ofraði seg fult út fyri sakini, tí tað er einasti mátin, tá tú inn­ast inni veitst, at á pappírinum eru týskararnir favorittar í tólv av hvørjum tíggju førum…
Og tá talan so bleiv um veru­ligar skotroyndir, ið sluppu ígjøgn­um føroysku barrikadurnar, var Gunnar Nielsen tryggur sum aft­asti skansin við eini røð av meira og eitt sinur meira fantastiskum bjargingum. Hann fekk staðfest við fimm tumma seymi, at hann ikki bara er ein framtíðar maður í før­oyska málinum, men at hann fríggja­kvøldið allarhelst longu ognar­tók málið, soleiðis sum hann í løtum spældi í sonnum heims­klassa!
Framman fyri hann runnu bæði verja, miðvøllur og sjálvt álopið sólina svarta, og hóast eingin í 28. minutti ordiliga fann útav, hvat Mario Götze var úti uppá, fyrr enn ov seint var, so hildu føroyingarnir fram við at stríðast og kempa. Og áskoðararnir játtaðu ferð eftir ferð sína turkatrúgv og fylgdu sínum monn­um á vøllinum og eggjaðu teimum til.
Undan týska leiðslumálinum var føroyska verjuspælið vinnarin, og satt at siga, so var tað bara mexikanska bylgjan uttan fyri vøllin, sum týskararnir ordiliga fingu at rigga. Og á vøllinum rigg­aði einki, fyrr enn Mesut Özil gavst við at skjóta í blindum og í stað­in tók seg eitt sindur longur aftur, so hann kundi dirigerað »Die Nationalelf« uttan um teir boðar og tey sker, føroyska liðið streiddi um seg á vøllinum. Og at enda átti hann sein­asta fótin á hinum báðum mál­unum, ið fullførdu 3-0 sigurin.

Vinna til síðst!
Sæð við føroyskum eygum, var av sonnum talan um eina fantastiska heild, ið stóð saman ímóti sterka yvirvaldinum, tí tað munnu vera tey fægstu, ið vænta sær nakað sum helst burtur úr einum dysti á útivølli ímóti Týsklandi, ið saman­lagt man vera heimsins sterkasta fótbóltstjóð ígjøgnum tíðirnar. Og hóast tað ikki bleiv til tað stóra spælið á týsku hálvuni, burtursæð frá fyrstu trimum minuttunum, tá vit lógu framvið einar tvær ella tríggj­ar ferðir, áðrenn týskararnir høvdu fingið fíninnstillað sær verju­spælið.
Tað tað ráddi um at fáa okkurt álop og onkra atsókn í lag, var orkan ikki ordiliga til tað, tí tað krevur so sanniliga sítt, tá føroyskir amatørar skulu taka dystin upp við týsku millióningarnar, ið ikki gera annað enn spæla fótbólt, hugsa fótbólt og liva fótbólt. Í einum slíkum ketli slepst ikki undan, at bæði temjingar og taklingar kundu verið betri, men øðrvísi fær tað helst heldur ikki verið, til vit hava funnið olju…
Gloyma vit fúla kiksaran við tjóðsangi okkara, so skerst ikki burtur, at karmarnir um dystin vóru teir allarbestu, og fáir leik­vallir kring heimin munnu vera deilig­ari enn AWD Arena, sum út í fingra­spíssarnar er snikkaraskorin til fótbóltsupplivingar sum hesar. Føroysku spælararnir síggja út til at trívast har, og tað gera føroysku fjeppararnir so sanniliga eisini. Og tað er altso stuttligt at kunna staðfesta, at av teimum tilsamans 32.769 áskoðarunum fríggjakvøldið, vóru tað teir 5-600 føroysku, ið hoyrdust nógv best – og longst.
Vit mugu bara ásanna, at fót­bóltur er eitt spæl, har ellivu eru ímóti ellivu og bólturin rundur – og føroysku fjeppararnir vinna til síðst!