Føroysku bankarnir og bankalán skulu kannast

Tjóðveldi vil nú hava, at kanning verður sett í verk av virkseminum hjá føroysku bankunum.

Í hesum sambandi hevur Tjóðveldi nú lagt tvey uppskot fyri Løgtingið um at seta óheftar kanningar í verk av føroysku peningastovnunum.

Í fyrra lagi hugsar Tjóðveldi um tær rentur og tey ómaksgjøld, bankarnir taka fyri at læna til síni viðskiftafólk og

í øðrum lagi vil Tjóðveldi kanna, hvørjar avleiðingar, tað hevur fingið, at bankarnir flutt netbankan til Danmarkar.

Í báðum leggur flokkurin dent á, at talan skal vera um óheftar kanningar.

Tann fyrra kanningin skal lýsa fyrimunir og vansar við einum føroyskum realkredittmarknaði, og samstundis skal hon lýsa, hvat skal til fyri at seta í verk ein føroyskan realkredittmarknað.

Í hesum sambandi vísir flokkurin á, at bankarnir taka so høga rentu og ómaksgjøld, at tað hevur avleiðingar fyri alt kostnaðarstøðið í føroyska samfelagnum.

- Hetta hevur avleiðingar fyri kappingarførið hjá vinnuni og fyri gerandisdagin og keypiorkuna hjá føroyskum húskjum, sigur Tjóðveldi.

Hin seinna kanningin skal lýsa fíggjarligu og fyrisitingarligu avleiðingarnar fyri fíggjargeiran, viðskiftafólkunum hjá bankunum og føroyska samfelagið, at peningastovnarnir hava flutt at kalla siga alt KT-virksemið uttanlands.

Samstundis skulu fyrimunir og vansar, við at flyta hetta virksemið aftur til Føroya, lýsast.

Páhaldið hjá Tjóðveldi erm, at útrásin av KT-virkseminum hjá peningastovnunum, hevur ikki bert kostað peningastovnum og og viðskiftafólki hjá bankunum, eina trý siffraða millióna upphædd, samstundis sum at óteljandi vitanarstørv eru flutt av landinum.