Drakkar Vodka eitur nýtt merki, sum í dag kemur á handilshillarnar í Rúsuni.
Tað er nýstovnaða felagið, Drakkar, sum stendur fyri framleiðsluni av nýggja vodka-merkinum. Drakkar er fornnorrønt orð, sum varð nýtt til at eyðkenna langskip. Langskipini høvdu drekastevni, og vóru hesir Drakkar stoltleikin hjá víkingunum, og tað vóru bert tey bestu skipini, sum fingu hetta heitið, verður sagt í tíðindaskrivi frá nýstovnaða felagnum.
Drakkar verður framleitt á distellaríi í Póllandi. Talan er um eitt sera framkomið distellarí, sum millum annað er eitt av bara fýra í Europa við lisensi at framleiða Smirnoff vodka.
Drakkar er dropadrivið fýra ferðir, og verður tí góðskumett sum vodka í toppflokki. Og sambært framleiðarunum verða tað ikki bert føroyingar, sum sleppa at njóta hetta slagið. Teksturin á etikettini er nevnliga skrivaður á enskum, og tað verður gjørt, tí Drakkar eisini ætlar sær at stevna út á hav og til onnur lond.