Føroyskt vinnulív í India
- Her eru heilt avgjørt møguleikar hjá føroyskum vinnulívi.
Bæði Vilhelm Petersen, stjóri í íløgufelagnum Notio og Árni Brattaberg á Ullvirkinum í Vági, eru sera væl nøgdir við ferðina hjá føroysku sendinevndini í India.
Vilhelm Petersen sigur, at ferðin er sera væl fyrireikað og hetta er heilt avgjørt ein møguleiki hjá føroyskum vinnulívi.
- Tað er ongin ivi um, ferðin hevur verið tað vert, sigur hann.
Heldur ikki Vilhelm Petersen vil kennast við tær handilsforðingar, sum tað hevur verið sagt, skulu gera tað næstan ómøguligt at samstarva við India.
-Tað er ikki allur sannleikin. Tað er neyvan nakar sum hugsar sær, at føroyingar skulu hava tann stóra útflutningin til India. Men verða vørur fluttar til India at verða virkaðar og síðani fluttar aftur á marknaðin í Evropa, eru ongi avgjøld yvirhøvur, sigur Vilhelm Petersen.
Hann vísir kortini á, at onki kemur av sær sjálvum, so hóast møguleikarnir eru stórir, er tað avgjørt neyðugt, at føroyskt vinnulív sjálvt ger eitt arbeiði fyri at fáa nakað burturúr.
Hann heldur, at tað stendur fyrst og fremst til føroyskt vinnulív sjálvt, um nakað skal spyrjast burturúr.
- Men hjá teimum, sum vilja gera nakað við tað, eru avgjørt møguleikar, heldur Vilhelm Petersen.
Serliga hevur stjórin í Notio hugt eftir samstarvi á fiskivinnuøkinum.
Íløgufelagið Notio er ein stórur partur í Kollafjord Pelagic og nettupp í tí sambandinum, sær Vilhelm Petersen stórar møguleikar.
Ein møguleiki kann verða at senda uppisjóvarfisk til India at vera virkaðan víðari, eitt nú at skera til flak og síðani senda hann aftur á marknaðin í Evropa.
Sera jaligt
Eisini Árni Brattaberg á Ullvirkinum í Vági, letur væl at.
- Tað hevur verið sera jaligt og eg haldi avgjørt, at vit hava fingið nakað burturúr.
Hann sigur, at innan hansara øki, eru indarar serliga frammaliga at viðgera skinn.
- Tað er framúr handverk og hartil er kostnaðarstøðið lágt, sigur hann.
Hann hevur fingið samband við indiskar fyritøkur á hesum øki og møguleikar eru avgjørt til staðar fyri sáttmálum.
- Nú stendur tað mest til mín sjálvan um nøkur avtala við indarar skal spyrjast burturúr, sigur Árni Brattaberg.
- Sjálvur gera føroyingar ikki so nógv burturúr skinnum, men hetta er eitt øki, sum indarar hava sera stóran kunnleika til, sigur hann.
Ein møguleiki kann vera at Árni Brattaberg fer at keypa føroysk seyðaskinn í heyst og fer at senda tey til India til viðgerðar.










