Nú hevur tað eydnast Faroe Maritime Technic í Vági at fáa patent í USA upp á oljuskiljaran, sum Kaj Joensen uppfann fyri nøkrum árum síðani, og sum longu hevur víst, at skiljarin roynist sera væl.
Tað sigur felagið í dag.
Oil Conveyor, sum oljuskiljarin kallast, hevur longu frammanundan patent í Europa og nøkrum londum aftrat, og nú patentið í USA eisini er komið upp á pláss, tryggjar tað Faroe Marine Technic, at onnur ikki kunnu koma á marknaðin við eini eftirgerð av skipanini.
Oil Conveyor-skipanin virkar upp á tann mátan, at eitt flutningsband niðri í kjølinum á skipinum melur alla tíðina, so oljan so hvørt verður tikin úr kjalarvatninum og pumpað í eitt settlings-rør, har olja og vatn verða skild sundur.
Tað reina vatnið fer so aftur í kjølin og oljan í spilloljutangan.
- Faroe Maritime Technic steðgar tó ikki her, tí arbeitt verður við eisini at fáa patent upp á eitt annað uppfinnilsi hjá Kaj Joensen, sum kallast Sludge Dewatering Separator.
- Hetta er ein skipan, ið tekur vatnið burtur úr evjuni, sum kemur frá sentrifugum umborð.
Myndin er av Kaj Joensen í Vági, sum hevur uppfunnið skipanina.