Føroyskt til Margrethu

Krúnprinsaparið og Drotning Margretha fara saman við Heindriki prinsi til Grønlands á vitjan í næstum. Í hesum sambandi er inspektiónsskipið Thetis á veg til Grønlands. Skipið fór úr Føroyum í gjár tann 28.juni. Í lastini hevur Thetis føroyskan fisk frá Nevið Fiskeeksport i Rúnavík. Hesin fiskur er ætlaður kongligu gestunum, sum skulu umborð á Thetis undir almennu vitjanini í Grønlandi. Á matkortinum verður millum annað grillaður kalvi til Mary, Fríðrik, Heindrik, og Margrethu.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$-hkm