Føroyskt til fyrstu flokkarnar

Í gjár legði Nám fram bókina um Hervør og Høgna, sum Rannveig Hovgaard og John Næs Berg hava skrivað, og Hannus Egholm og Edward Fuglø hava illustrerað.

Vit eru sera fegin um, at børnini, sum koma í fyrsta flokk eftir summarfrítíðina, fáa nýtt og spennandi tilfar til undirvísing í moðurmálinum, og ikki nokk við tí: Lærararnir kunnu velja ímillum røðina um Hervør og Høgna og Súluna, sum eisini er nýtt tilfar til byrjunarundirvísingina í móðurmálinum. Tvær væl og virðiliga viðgjørdar røðir.
Soleiðis segði stjórin á Nám, tá nýggja undirvðisingarbókin varð løgd fram á stovninum í gjár.
Bókaheildin, sum byrjaði í 2001, er nú fullfíggjað við hópin av byrjunartilfari í føroyskum til 1.-3. flokk.
Høvundarnir, Rannveig Hovgaard og John Næs Berg, hava saman við teknarunum, Edward Fuglø og Hannis Egholm, lesikønum, fylgibólki, eftirmetingarbólki og ritstjóranum, Marjun Ziskason, viðgjørt og roynt tilfarið, sum nú er sett til sølu.
Tilfarið í grundbókini, Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta, er skift sundur í ein umfatandi ljóðpart, sum kemur áðrenn tekstpartin. Arbeiðsbók er til báðar partarnar, har lesingin, skrivingin og fatanin av tí lisna verða knýtt saman. Partar av bókaheildini eru eisini lærarabók og plakatir við ljóðbussinum og stavraðnum. Bókin er lisin inn á fløgu, sum fylgir við bókini.

8 ára gamal høvundur
Yngsti høvundur í bókarøðini um tvíburðarnar Hervør og Høgna er 8 ára gamla Rakul Ró úr Klaksvík. Hon hevur skrivað sangin um Finn, sum er á blaðsíðu 100 í nýggju lesibókini, Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta.
Tá lidna bókaheildin varð løgd fram á almennari samkomu í Námi í dag, sang Rakul Ró um Finn og ein annan sang, 10 bibbur, sum pápi hennara, Steintór Rasmussen, hevur skrivað til somu bók. Pápin spældi undir meðan ungi høvundurin uttan at himprast sang fyri allari mannamúgvuni.
Í nýggju lesibókini Hervør og Høgni eru tekstir, sum lýsa gerandisdagin hjá teimum báðum høvuðspersónunum, heima og í skúlanum. Bókin er lisin inn á fløgu, sum fylgir við bókini.