Føroyskt telduspæl jokari í donskum skúlastríði

Hægri danskur lærustovnur brúkar nú eitt føroyskt telduspæl í eini roynd at gera vart við skúlan. Kappingin millum lærugreinarnar á hægru lærustovnunum er hørð, og nú skal føroyska spælið brúkast sum serligt agn

Danmarks Tekniske Universitet (DTU) brúkar nú eitt føroyskt telduspæl fyri at gera vart við seg í kappingini við aðrar hægri lærustovnar og útbúgvingar.
DTU skipar fyrst í desember mánaði fyri eini kapping í spælinum Xplore, sum snýr seg um at finna olju og fáa hana til høldar. Forritið er ment av føroyska felagnum Simprentis og hevur eisini verið brúkt í kappingum her heima.
Nú hava onnur tikið spælið til sín, og DTU heldur, at Xplore er sera væl egnað til teirra átak.
? Vit kenna eina ábyrgd fyri at fáa vísa teimum ungu, hvussu tøknin kann brúkast í samfelagnum. Tá vit fingu at vita um spælið Xplore gjørdu vit av at brúka tað í marknaðarføringini av teimum teknisku vísundaútbúgvingunum, sigur Erling Stenby, professari á DTU, við danska blaðið Børsen.
Og at DTU klárar at gera vart við seg við góðari hjálp frá Xplore, vísir júst greinin í Børsen, sum ger nógv burtur úr átakinum hjá DTU.

Gevur eina fatan av oljuleiting
Xplore er ein lærusimulatión ? eitt telduspæl vildi onkur sagt. Felagið Simprentis eigur øll rættindi til spælið, sum í 2001 og 2002 varð ment saman við lýsingafyritøkuni Sansum og italska oljufelagnum Eni. Eisini Oljumálaráðið hevur latið pengar til menningina av spælinum úr puljuni til førleikamenning.
? Endamálið við hesum spælinum er at geva fólki og her ikki minst teimum, sum eru undir útbúgving ella arbeiða í vinnuni, eina fatan av, hvat oljuleiting er fyri nakað. Tá tú hevur luttikið í Xplore í ein dag ella eina viku hevur tú eina betri fatan av, hvat oljuleiting er fyri nakað, sigur Ólavur Ellefsen, stjóri á Simprentis.
Hann hevur verið á onkrari oljumessu fyri at vísa telduspælið fram, og í næstu viku verður Xplore við á oljumessuni Patex í London. Harafturat eru skeið hildin hjá Statoil í Stavanger og hjá Cairn Energy í India. Lesandi í øðrum londum hava eisini roynt at finna olju í cyberspace.

Árligt tiltak við nógv fleiri fólkum
Danmarks Tekniske Universitet hevur boðið lesandi úr fleiri londum við upp í kappingina, sum verður hildin í næsta mánaði.
250 næmingar úr miðnámsskúlum í Danmark, Grønlandi, Skotlandi, Føroyum, Noregi og Íslandi hava boðað frá luttøku, og tey skulu í tríggjar dagar kappast í smáum bólkum um vinningin, sum er 12.000 krónur.
Áðrenn DTU tók Xplore til sín, royndu professarar og lesandi á DTU spælið, og tey vóru væl nøgd við tað.
? Vit sóu skjótt, at spælið er ikki bara stuttligt og læruríkt ? spælið brúkar eisini fleiri ymiskar útbúgvingar. Tøkni og vísund verða drigin saman við búskapi og strategi, og gongdin í spælinum veldst um, hvørjar avgerðir tú tekur á leiðini, sigur professarin Erling Stenby við Børsen.
DTU ætlar, at kappingin í Xplore skal gerast afturvendandi, og tey rokna við, at tað verða nógv fleiri luttakarar við í framtíðini.