Føroyskt í tekstum og myndum

Umframt at vera hent til skúlabrúks, er nýggja bókin Les 2 eisini eitt forkunnugt og fjølbroytt savn hjá øllum, ið hava áhuga fyri føroyskum skaldskapi

 


Í vikuni gav Føroya Skúlabókagrunnur út bókina Les 2, ið er onnur bókin í Les bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum.

Tilfarið í bókini er skipað í fimm partar við hvør sínum høvuðsevni, ið bindur tekstirnar saman. ’Ein fuglur í míni sál’ er um tannár og broytingar. ’Móti víðum sandi’ er um tað at vera genta ella drongur. ’Mín bringa er eitt reiður’ er um familjulív, kærleika og samlív. ’Tú sterka lív’ er um tað at vera fyri ógvusligum broytingum í lívinum og at kenna sorg. ’Og tað flaggar í sólini’ er um arbeiðslív á sjógvi og á landi.

Umframt tulking av tekstum leggur bókin eisini upp til, at næmingarnir læra at lesa og greina myndir. Í tilhoyrandi lærarabók hevur Jóannes Gaard skrivað áhugaverdan tekst um, hvønn týdning myndamálið hevur og hvussu perspektiverandi myndalestur kann geva lesaranum eina breiðari fatan av myndamáli.

Gunnar Hoydal hevur skrivað smá brot um myndlistafólkini, har hann vísir á serlig eyðkenni við teirra list.

Umframt at vera hent til skúlabrúks, er Les 2 eisini eitt forkunnugt og fjølbroytt savn hjá øllum, ið hava áhuga fyri føroyskum skaldskapi – frá stuttsøgum og leikritum til sálmar og bíbliutekstir og alt harímillum.

Tað er Lydia Didriksen, ið hevur ritstjórnað Les 2