Føroyskt sum lýsingarmál í Íslandi

Tað, ið føroyskt er, verður tikið fyri góða vøru í Íslandi og nú tykist, sum tað hevur fyrimun at lýsa á føroyskum í Íslandi við føroyskum tónum afturvið

Føroyska bylgjan í Íslandi tykist ikki hava lagt seg enn. Tað, ið føroyskt er, er gott. Tað tykist verða niðurstøðan.
Pizzafyritøkan Domino hevur í Íslandi havt lýsingarherferð, har lýst hevur verið á føroyskum máli.
Hvønn dag hevur útvarpsstøðin Radio Reykjavík lýsingar fyri sær sjálvum, júst sum vit kenna tað her hjá okkum, her vit hoyra ?Tú lurtar eftir Útvarpi Føroya? ella ?Rá, Rá, Rás 2?.
Men Radio Reykjavík hevur sínar lýsingar á føroyskum og tað er manningin í rockbólkinum Týr, sum sigur, at her eru Týr og at lurtað verður eftir Radio Reykjavík. Aftanfyri hoyrist tónleikur og tað er bólkurin Týr, ið leikar Ormin Langa.Tað vóru annars Týr, sum rættiliga byrjaðu føroysku bylgjuna við júst Orminum Langa, og síðani hava mangir einstaklingar og bólkar riðið á bylgjuni, sum sostatt hevur ilt við at leggja seg aftur.