Nú ber til at fáa føroyska orðabók til SwiftKey knappaborði. Í nýggjastu dagføringini av knappaborðsappuni til android snildfonir, eru nøkur mál nevniliga løgd afturat orðabókini, har ímillum føroyskt.
- Vit eru sera fegin um, at føroyskt nú verður tókt á SwiftKey. Grundarlagið undir fyritøkuni er mál, og tað liggur natúrliga til okkara at virka fyri og stimbra málsliga fjølbroytninum kring heimin. Mál eru treytaleyst knýtt saman við mentanarvarðveitan, og vit ynskja at gera okkara til, at mál kunnu varðveitast á snildfonum, sigur Olivia Lasky, ein handilsleiðari hjá Microsoft fyri SwiftKey.
Toymið handan SwiftKey knappaborðið hevur lagt seg eftir at brúkarin fær neyvar orðforsagnir, ið eru snikkaðar til málsigu vanarnar hjá rithøvundanum. Knappaborðið nýtir algoritmur, sum støðugt savnað inn tín skrivihátt, soleiðis at orðforsagnirnar hóska betri til einstaka brúkaran, samstundis sum ein kann velja at lata knappaborðinum atgongd til sosialu miðlarnar, teldupostin, sms-boðini og annað, til tess at gera orðforsagnirnar enn neyvari.
Í løtuni er SwiftKey knappaborði bert tøkt til android stýrisskipanir, men ein útgáva til iOS brúkarar er ávegis.