Í gjár var eitt føroykst íslendskt handilskamar stovnað.
Á fundinum var val av nevnd á skránni og níggju nevndarlimir vórðu valdir. Fimm umboðandi Føroyar og fýra umboðandi Ísland.
Á aðalfundinum vóru vegna Føroyar, Marita Rasmussen frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Debes Petersen frá Kemilux, Eyðun Joensen frá Poul Hansen, Jóhanna á Bergi frá Faroe Ship og Hendrik Egholm frá Magn vald. Vegna Ísland vóru Gisli Gislason frá Faxaports, Hjalmar Waag Arnason, frá Keilir, Ingvar Már Gislason frá Norðlenska og Þorgeir Baldursson frá Kvos/Oddi .
Til formann var Gisli Gislason valdur.
Føroyska íslendska handilskarmarið verður fyrisitið av íslendska handilskamarinum. Sjórin í Íslendska handilskamarinum er Kristín S. Hjálmtýsdottir.
Higartil hava 19 føroyskar og 20 íslendskar fyritøkur, stovnar, einstaklingar og feløg meldað seg inn í handilskamarið.
Í samband við stovnanina av handilskamarinum var búmerkið hjá handilskamarinum avdúkað. Vinnandi uppskotið eigur Eyðun Eliasen arkitektur.