Karina Ottosen vann gull í triathlon á Jersey fyri tveimum árum síðani, men í ár vóru vónirnar ikki eins góðar, tí Karina Ottosen hevur verið nógv darvað av skaða.
Men føroyska jarnkvinnan vísti enn einaferð, at hon er gjørd úr nøkrum heilt serligum, tí hon endaði á einum greiðum silvurplássi, men eitt fitt petti var tó upp til gullvinnaran úr Jersey.
Um eina løtu hava vit eina samrøðu við eina fegna Karinu Ottosen her á in.fo










