Føroyskt orðabókastarv í 200 ár

Framsýningin, sum Føroya Landsbókasavn setti upp í Norðurlandahúsinum í sambandi við útgávuna av Móðurmálsorðabókini, er nú sett upp á landsbókasavninum og til ber at síggja hana har fram til 11. september.

Framsýningin bet heitið »Føroyskt orðabókastarv í 200 ár - frá Jens Christiani til Jóan Hendrik«, og við henni verður roynt at lýsa føroyskt orðabókaarbeiði frá Svabo til í dag.

Annars verður eisini sagt av Landsbókasavninum, at hesa vikuna afturat er bókasavnið opið frá klokkan 13-17.

Frá 17. august er aftur opið soleiðis:

Mánadag, týsdag og mikudag kl 10-20, hósdag og fríggjadag frá kl 10-17.