Føroyskt oljufelag í oddinum

Føroyska oljufelagið Faroe Petroleum liggur á einum fimta plássi, tá talan er um samlað loyvisøkisareal á øllum Atlantsmótinum.

Hetta skal fylla siðu 3 smaan vijð grafum og talvu




Oljuleiting


Í eini uppgerð, sum Teitur Poulsen, analytikari hjá felagnum hevur gjørt fyri Sosialin, vísir tað seg, at føroyska felagið hevur fingið tillutað størri øki á Atlantsmótinum enn fleiri av teimum stóru oljufeløgunum sum eitt nú Amerada Hess, Total, BG og BP.

Í uppgerðini sæst, at ChevronTexaco liggur klárt á odda við góðum 7000 km2. Síðani kemur Shell við 6670 km2, triðj er Statoil við 5366 km2, fjórð er Dong við 5013 km2 og á einum fimtaplássi liggur Faroe Petroleum við 4155 km2. Hitt føroyska oljufelagið hevur fingið tillutað eitt øki uppá 702 km2