Annars heldur stjórin í Oljumálastýrinum tað vera eitt sindur spell, at okkurt er komið eitt sindur skeivt fyri í føroyskari pressu í sambandi við loyvisgevingina. Hann vísir á, at fleiri oljufólk hava sett seg í samband við hann og spurt, hvat liggur aftanfyri úttalilsini í føroyskum fjølmiðlum um, at tað skal hava verið ein fyrimunur fyri at fáa loyvi, at eitt føroyskt felag hevur verið partur av bólkinum.
-Tá tað á pressufundinum í Norðurlandahúsinum í farnu viku varð spurt, um involvering av føroyingum í eini komandi oljuvinnu hevði havt nakra ávirkan á loyvisgevingina, tá tað stóð javnt millum feløgini, greiddi eg frá, at tað fyrst og fremst var leitiprogrammið við høvdu hugt eftir, men hitt var eisini eitt kriterium. Víst varð á í sambandi við føroyskt innihald, at tað var tann samlaði pakkin um, hvat man vildi gera fyri mennning, upplæring osfr., sum hevði týdning.
Herálvur Joensen sigur tí, at tá hann hann verður endurgivin fyri at hava sagt, at tað var avgerandi at hava føroysk oljufeløg við, stóð tað á jøvnum millum feløg, so er tað beinleiðis skeivt ella ein misskiljing. -Vit hava alla tíðina sagt, at tað ikki hevði nakran serstakan týdning, og tí vildi tað verið heilt burturvið av okkum, eftir at loyvini eru latin, at sagt, at tað kortini hevði týdning.