Føroyskt oljufelag í fyrstu parkett

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum fer at vera í fyrstu parkett, tá tað í næsta mánað flytur í gamla bygningin hjá Willejus í Gongini, gomlu Kristnastovu. Stjórin fegnast um komandi bústaðin hjá felagnum.

Ikki færri enn fýra oljufeløg fara at halda til í Gongini við Kongabrúnna í Havn frá í næsta mánað. Talan er fyrst og fremst um føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum, sum flytur alt sítt virksemi teir umleið 200 metrar frá Nólsoyar Pállsstovu til Kristnasstovu, húsini í grannalagnum, har Willejus hevði radioverkstað og handil í mong mong ár og sum Marstein seinni tók yvir.

Í løtuni er stór umvæling og umbygging í gongd í húsinum, sum fyrst og fremst verður høvuðssæti hjá Atlantic Petroleum. Geysir Petroleum, sum føroyska oljufelagið samstarvar við, fer so eisini at hava til húsa har.

Herfyri vórðu hølini, har oljufeløgini Amerada Hess og Dong halda til, lýst til sølu, og tað skilst, at hesi bæði oljufeløgini eisini skulu húsast undir sama taki sum føroyska oljufelagið. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur, at tey eru sera væl nøgd við nýggju adressuna í Gongini, sum hann metir verða eina ta bestu í býnum sum heild. Vit vera sera sjónlig á hesum stað, og liggja hølini eisini sera væl fyri, tá hugsað verður um vónandi nógva virksemið hjá felagnum komandi árini.

Ikki kann sigast annað enn, at tað verður sætt altjóða umhvørvi í Gongini í framtíðini, har oljufeløg úr Føroyum, Noregi, Danmark og USA fara at halda til.