Meginparturin av føroyska luftrúminum var frá kl. 01:00 í nátt frítt fyri gosøsku á hægri stigi. Tað merkir, at føroyskt luftrúm er partvíst opið til klokkan 13:00 og letur heilt upp klokkan 13:00.
Vága Floghavn liggur í tí partinum av luftrúminum, ið er opið fyri loftferðslu.
Vága Floghav sigur, at nágreiniligar positiónir fyri hvørjir partar av føroyska luftrúminum eru opnir eru fráboðaðir gjøgnum vanligu loftferðslumeldingarnar (NOTAM).
Føroyskt luftrúm er »EKVG TIZ«, og er luftrúmið við ein radius av 60 fjórðingum úr Borðuni í Nólsoy frá jørð/havyvirflatu upp til 7.500 fót (uml. 2½km).
Nærri fráboðan væntast, tá nýggir upplýsingar um gosøsku í føroyska luftrúminum fyriliggja, sigur Vága Floghavn.










