Tað er vanligt í Grønlandi, at veiðimenn gera sær hol niður ígjøgnum ísin og fiska svartkalva við línu upp ígjøgnum holið. Tað vanliga hevur verið, at línan verður drigin upp aftur við handamegi.
Men, eins og hjá flestu øðrum, stendur tíðin heldur ikki í stað hjá grønlendsku veiðimonnunum. Í Qaanaaq, sum liggur í Norðurgrønlandi, hava menn verið á skeiði og hava lært seg at brúka føroyskt Oilwind línuspæl.
Í Qaanaaq búgva umleið 635 fólk og skeiðini, sum skipað hevur verið fyri, eru eitt samstarv millum vinnulív, sum virkar í økinum, veiðimenn og kommununa, sum Qaanaaq er partur av.
Endamálið er, at veiðimenn í økinum skulu læra at gerast vinnuligir fiskimenn. Teir skulu eisini læra at handfara fiskin, sum verður seldur, og sagt verður úr Grønlandi, at fiskimenninir eru nærlagdir.
Tað skrivar grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag