Aerogulf Services LLC, eitt tyrluflogfelag við altjóða flogvøllin í Dubai, hevur valt at keypa somu skipan sum eitt nú Atlantsflog til at stýra teirra viðlíkahaldi. Lundin Software er mennari. Lundin Software er ein KT fyritøka heimahoyrandi í Bukarest í Rumenia, við tøttum føroyskum tilknýti og føroyskari leiðslu.
- Avtalan millum Aerogulf Services og Lundin Software er enn eitt týdningarmikið stig á vegnum til at styrkja og menna støðuna hjá Lundin Software innan viðlíkahaldsskipanir. GANNET er úrslit av tøttum samstarvið við Atlantic Airways og er skipanin serliga ment til viðlíkahald av bæði flogførum og tyrlum. Bæði Aerogulf og Lundin Software eru sera fegin um nýggja samstarvið og hava stórar vónir fyri einum góðum og gevandi samstarvi langt inn í framtíðina, sigur Sigurd Mikladal, stjóri í Lundin Software.
Aerogulf Services Co. L.L.C er heimahoyrandi við altjóða flogvøllin í Dubai og hevur verið virkið síðani 1976, har tað hevur veitt tænastu til gass og oljuídnaðin í Dubai og veitir somuleiðis flogtænastu kring alt miðeystur. Við einum flota av Bell 212 og Bell 206 tyrlum, hevur Aerogulf bygt eitt sera gott umdømi og veitir tænastur sum eru alt frá offshore, charter, lyfting, seismiskum kanningum og øðrum.










