The Reverends eru allir føroyskir útisetar, teir eru flest allir kend nøvn á føroyska tónleikapallinum, úr ymiskum rokkbólkum. Her eru limir úr Mold, Tvass, Razamanaz, Diatribes og MC-Hár. Saman spæla teir sítt heilt egna bland av kontri tónleiki. Við íblástri frá nøvnum sum Johnny Cash, Waylon Jennings, Alan Jackson, Merle Haggard, Dale Watson og ymsum bluegrass tónleikarum.
The Reverends hava tvey ár á baki, og hava spælt nakað kring Danmark og Føroyar. Limirni eru:
Niclas Thorsteinsson (sangur), Janus Kampmann (gittar, pedal steel), Jens V. Jakobsen (gittar), Kristin N. Bech (bass), Richard Hansen (trummir).
Konsertin verður mikukvøldið kl. 21.30.